Vinnulig og ikki vinnulig útleigan
Hvat er munurin á vinnuligari og ikki vinnuligari útleigan?
Tá talan er um vinnuliga útleigan, verða høgri krøv sett á leigusáttmálan.
"Leigulógin §2. Útleiga, sum í mesta lagi fevnir um tvey leigumál, er eftir hesi løgtingslóg at rokna sum ikki vinnulig útleiga. Stk. 2. Útleiga, ið ikki er fevnd av stk. 1, er eftir hesi lóg at rokna sum vinnulig útleiga. Stk. 3. Útleiga hjá tí almenna ella løgfrøðiligum persónum er eftir hesi lóg at rokna sum vinnulig útleiga."
Leigulógin sigur, at um ein útleigari hevur fleiri enn tvey leigumál, er talan um vinnuliga útleigan. Um útleigari hevur eitt til tvey leigumál, er talan um ikki-vinnuliga útleigan. Tað stendur einki um, at útleigari ella húski skulu búgva í sama bústaði, sum mangan verður hildið.
Um ein útleigari hevur trý leigumál, ella fleiri, so koma øll leigumálini undir vinnuliga útleigan. Um hesin útleigarin síðani selur eina ogn við einum leigumálð, og nú hevur tvey, so blíva hesi tvey leigumálini kortini ikki “ikki vinnulig”. Fyri at broyta til ikki-vinnuliga útleigan má ein nýggjur leigusáttmáli gerast millum útleigara og leigara, har frámerkt verður "Leigumálið er ikki vinnulig útleiga, sambært leigulógini § 2, stk. 1:".
Kelda:
Logir.fo
Leigunevndin.fo