Útleigari kann krevja depositum svarandi til í mesta lagi tríggjar mánaðar leigu.
Leiguupphæddin verður ásett eftir avtalu millum partarnar og skal verða ásett í
leigusáttmálanum.
Depositum er ein trygd fyri skyldum leigarans við fráflyting. Útleigari kann mótrokna
depositum, um:
• Leigari ikki letur hølini aftur í sama standi sum við innflyting, tó undantikið vanligt
slit og elli.
• Leigari ikki rindar leigu.
• Útleigari hevur fíggjarligt tap orsakað av leiguni.
Útleigari hevur próvbyrðuna fyri møguligum tapi.
Deponeringskonta
Sambært lógarbroyting í mai 2013 skal depositum rindast á deponeringskontu hjá
útleigara, sum rindar fyri stovnanina og eigur rentuágóðan við leigusáttmálans enda.
Hetta tryggjar, at hvørki leigari ella útleigari hava ræðisrættin yvir peninginum, meðan
leigusáttmálin er galdandi.
Krav um deponeringskontu fevnir um øll leigumál til bústað, uttan tey, ið Føroya
Bústaðafelag umsitur.
Kelda:
Logir.fo
Leigunevndin.fo