Kitt heildardagført

11 Mar 2025 • 1 minuttir lesnaður
Kitt heildardagført

Kitt er blivið heildar dagført og fingið nógvar nýggjar hentleikar og betringar. Vit hava valt at gjørt alt frá grund av, soleiðis at øll skipanin er blivin fullkomiliga nýggj. Hetta merkir eisini at vit koma at hava meira ræði á framtíðar útbyggingini av kervinum.

Umsókn er blivin til Boð

Man skal ikki longur senda eina umsókn fyri at fáa fatur á útleigarinum. Nú skulu søkjandi einans senda eini boð um tey eru áhugað í leigumálinum - ella um tey hava ein spurning til leigumálið. Boðskipanin er eisini gjørd meira brúkaravinalig fyri báðar partar.

Viðkomandi boð til leigumálið

Áður kundi ein og hvør senda útleigarinum umsóknir og hetta var við til, at oftast komu nógvar óviðkomandi umsóknir. Hetta gjørdi eisini at útleigarin kundi fáa trupulleikar at hava eitt gott samskifti við tey søkjandi, sum kundu passa væl til leigumálin. Eisini blivu sjálvvirkandi umsóknir sendar sum ikki altíð vóru viðkomandi. Fyri at fáa rætta uppá hesar trupulleikar krevst nú at søkjandi hava eitt Kitt hald, soleiðis at tey sum veruliga ynskja at senda eini boð og/ella eru áhugaði í leigumálinum, mugu hava eitt virkið hald og sjálv senda boðini/umsóknina.

Nýggjar hentleikar

Nevnast kann t.d. at ein søkjandi kann nú stovna sær ynski, og fáa eini boð gjøgnum teldupost tá ein ogn kemur út, sum passar til til ynski. Útleigarin sum eigur ognina kann beinleiðis síggja títt ynski og fáa samband við teg. Hetta kemur at styrkja tilknýtið nógv millum útleigaran og søkjandi. Eisini fær útleigarin nýggjar hentleikar sum inntøkur, frágreiðingar og sáttmálar.

Deila: