Nýmótans íbúð í niðaru hædd í nýggjum sethúsum – bert eitt hanagleiv frá Steinatúni
Nýmótans íbúð í niðaru hædd í nýggjum sethúsum – bert eitt hanagleiv frá Steinatúni

Íbúð á 65 m², 1 kamar

Tórshavn

Stovnað 8 tímar síðan

Boð send: Sí -> Krevur Kitt Hald

Nýmótans íbúð í niðaru hædd í nýggjum sethúsum – bert eitt hanagleiv frá Steinatúni

Til leigu er ein sera snøgg og nýmótans íbúð á uml. 65 m², staðsett í niðaru hædd í nýggjum sethúsum, bert eitt hanagleiv frá Steinatúni. Íbúðin liggur í friðarligum øki, samstundis sum stutt er til handlar, bussleiðir og aðrar hentleikar í miðbýnum.

Íbúðin fevnir um:
- Rúmliga gongd
- Ljósa stovu og køk í einum
- Goymslurúm í forleingilsi av køkinum
- Rúmligt sovikamar við góðum plássi til bæði klædnaskáp og skrivaraborð
- Lekkurt baðirúm við flisum og brúsuglasi

Harumframt er íbúðin útgjørd við:
- Uppvaskimaskinu
- Vaskimaskinu og turkitrumlu
- Ovni og keramiskari kókiplátu
- Køli/frystiskápi
- Fipursambandi til skjótt internet
- Góðum parkeringsmøguleikum fram við húsunum

Millum hæddirnar er betongdekk, sum gevur góða ljóðisolering. Í erva býr ein barnafamilja.

Leiga: 10.000 kr. um mánaðin + forbrúk.

Íbúðin er tøk at flyta inn í 1. august.

Íbúðin hóskar best til ein friðarligan einstakling ella eitt friðarligt par.

Royking og húsdjór eru ikki loyvd.

Send endiliga boð, um tú ynskir fleiri upplýsingar ella hevur áhuga í at síggja íbúðina.

Um leigumálið

Slag: Íbúð
Kømur: 1
Uppvaskmaskina: Ja
Møblera: Nei
Húsdjór loyvd: Nei
Royking loyvd: Nei
Løðingarstøð til el bil: Nei
Stødd: 65 m²
Vaskimaskina: Ja
Turkimaskina: Ja
Vinarliga til rørslutarnað: Ja
Privat parkering: Nei
Lyfta: Nei
Altan/terrassa: Nei

Um leiguna

Leigutíðarskeið: Yvir 3 ár
Mðr. leiga: 10.000 kr.
Depositum: 20.000 kr.
Innflytingar prísur: 30.000 kr.
Við el: Nei
Við hita: Nei
Við internet: Nei
Innflyting: 01-08-2026

Mðr. leiga

10.000 kr.

Innflytingar prísur 30.000 kr.

Hvat er innflytingarprísur?

Tøkt frá 01-08-2026

Leigutíðarskeið Yvir 3 ár

Um útleigaran

Góðkendur av Kitt.fo

2 lýsingar tilsamans

Aftursvar tíð:

Síst online: 1 tíma síðan

Stovnað: 31.05.2025

Fleiri tøkar ognir til leigu

Mðr. leiga

10.000 kr.