Íbúð á 70 m², 2 kømur
Søldarfjørður
Stovnað 19 tímar síðan
Boð send: Sí -> Krevur Kitt Hald
Nýrenoverað kjallaraíbúð til leigu í barnavinaligum umhvørvi
Nú er møguleiki at leiga eina nýrenoveraða og rúmliga kjallaraíbúð við góðum umstøðum.
Íbúðin hevur tvey kømur og er væl innrættað við opnum køki og stovu í einum, sum gevur eina rúmliga og hugnaliga heild. Íbúðin er lutvíst møbeleruð. Harumframt er eitt vaskirúm, har klárt er at seta bæði vaskimaskinu og turkimaskinu til.
Beint uttanfyri íbúðina er ein góð og hugnalig terassa á góðar 20 m², har møguleiki er at njóta góða veðrið og vera úti.
Íbúðin liggur í einum sera barnavinaligum umhvørvi, við stuttari frástøðu til bæði barnagarð og vøggustovu. Hetta ger hana væl egnaða til einstaklingar, pør ella barnafamiljur.
Gott at vita: Talan er um eina kjallaraíbúð, og tí má roknast við, at nakað av ljóði kann hoyrast frá húsarhaldinum omanfyri. Vit vænta tí, at komandi leigari hevur hetta í huga og er sinnaður at liva við einum ávísum ljóðstigi.
Vit vóna at finna ein góðan og álítandi leigara, sum fer væl um íbúðina.
Um leigumálið
Um leiguna
Mðr. leiga
8.000 kr.
Innflytingar prísur 24.000 kr.
Hvat er innflytingarprísur?Tøkt frá 01-12-2026
Leigutíðarskeið Yvir 3 ár
Er online nú
Um útleigaran
Góðkenning er í gongd
1 lýsing tilsamans
Aftursvar tíð:
Síst online: Er online nú
Stovnað: 17.11.2026