Funnu nýtt heim á Kitt
Rannvá er útbúgvin cand. comm og starvast á Nudlavirkinum við marknaðarførslu á internetinum. Hon hevur funnið nýtt heim til hana og døturnar á Kitt. Her greiðir hon frá, hvussu man kann skriva eina góða umsókn, og hvussu man kann blíva tann sum verður vald/ur ímillum fleiri onnur, sum eisini senda umsókn.
Grundleggjandi upplýsingar
Tað er umráðandi, at grundleggjandi upplýsingar sum navn, telefon-nummar og teldupostur eru rættir, fyri at eigarin kann fáa fatur á tær. Summir eigarar ynskja at siggja tín vanga á sosialu miðlunum. Um tú hevur t.d. Facebook, ger so eina leinkju til tín vanga.
Lýsing av tær/tykkum
Tað er her tú skalt vísa hvør tú/tit er. Fríteksturin er mest umráðandi partur av umsóknini, tað er her tú kanst skara framúr.
Skriva stutt og greitt um hvør tú ert, hvat fyri inntøkutrygd tú hevur, hvat tú gert í frítíðini. Um tit eru fleiri í húskinum, skriva so eisini um hini í húskinum.
Fortel hvar tú hevur búð áður og hví tú ikki býr har longur. Skriva hví tú ynskir at leiga júst hetta leigumálið.
Royking og húsdjór
Flest øll leigumál banna royking. Ert tú roykjari og einans roykir uttandura, so nevn í umsóknini, at tú einans roykir úti.
Ofta ynskja útleigarir ikki húsdjór, hetta kemst av eyka sliti. Um tú hevur húsdjór, so kanst tú skjóta upp, at gjalda meiri í depositum ella at gjalda eitt sindur meiri um mánaðin fyri at kompensera fyri hesum sliti.
Starv
Allir útleigarar ynskja ein leigara sum fer væl um og hevur eina trygga inntøku. Fortel hvar tú starvast og hvat tú dámar væl við tínum starvi. Um tú hevur útbúgving, nevn so eisini nøkur orð um tað. Lesandi, eftirløn og almannahjálp eru eisini tryggar inntøkur og kann vera tryggari enn at hava fast starv. Tí skalt tú ikki smæðast við at upplýsa, um tú fellir undir ein av hesum bólkum. Um tit eru fleiri í húskinum, skriva so hvat hvør av tykkum tekst við.
Tá umsóknin er send
Tá umsóknin er send skal tú bíða eftir at fáa svar frá eigaranum. Minst til, at tað ofta eru fleiri um boðið, og at tú ikki altíð er so heppin at fáa leigumálið. Útleigarar velja best hóskandi leigaran og skráseta síðani ognina til at verða útleigaða. Tú kanst síggja “status” uppá tína umsókn undir “mín síða”