Haldstreytir

Gjald

Tá tú hevur eitt hald hjá Kitt, verður tú trektur eina upphædd fyri hvønn 30. dag. Tú kanst stovna hald beinleiðis inni á kitt.fo. Teir gjaldsupplýsingar tú tøppar inn, verða einans givnir til gjaldsveitaran hjá Kitt umvegis bronglað boð. Sostatt er ikki møguligt at misbrúka hesar upplýsingar. Kitt kann ikki síggja hesar upplýsingar. Gjaldsveitarin hjá Kitt er Quickpay.net. Um gjaldskortið gongur út ella verður sperrað, førir tað við sær, at okkara gjaldsveitari ikki fær trekt pening av kortinum, og vit steðga tínum haldi.

Kvittanir

Tú sært eitt yvirlit og kvittanir yvir títt hald á síðuni. Tú fært kvittan á teldupost, tá tú til- og avmeldar eitt hald.

Avmelding

Tú skalt sjálv/ur avmelda hetta hald undir "Hald” fyri at steðga gjaldingini. Tú kanst til eina og hvørja tíð steðga ella uppsiga haldið hjá Kitt og, tað er eingin binding.

An error has occurred. This application may no longer respond until reloaded. Reload 🗙