ÚtleigariPro

Talgildað fyrisiting av leigumálum

Við hesum haldi verður fyrisiting av leigumálum meira einfalt og minni tíðarkrevjandi. Hetta gevur tær meiri tíð til týðandi uppgávur.

Stovna Útleigara Pro
Vinnubrúkarin Vinnubrúkarin

1Finn leigaran

Finn tín leigara við atgongd til tann stórsta leiguportalin í landinum. Her hevur tú eisini møguleika at hava bíðilistar.

2Innflyting

Útfyll leigusáttmála, innflytingarfrágreiðing, deponeringsavtalu, viðheft myndir og goym tað trygt á skjalasavninum.

3Rakstur

Bókingarskipan til felagshøli. Leigari kann boða frá um okkurt er áfat. Halt skil á um leigan er goldin. Hagtøl og yvirlit yvir leigumálini.

4Útflyting

Ómakaleyst at gera útflytingarsýn við innflytingarfrágreiðing og myndum sum eru goymdar í skjalasavninum.

1

Leiguportalur

Atgongd til tann stórsta leiguportalin í landinum. Her eru hópin av fólki, ið leita eftir bústaði. Hetta gevur bestu fyritreytir at finna ein góðan leigara.

Bíðilisti

Bíðilisti er tilknýttur leigumálini, her við, er næsti leigari altíð klárur at flyta inn tá annar flytir út.
Tey sum hava teknað seg á bíðilistan síggja hvar í røðini tey eru. Sostatt sleppur útleigarin undan fólki, sum ringja og spyrja hvar í røðini tey eru á bíðilistanum.
Fyri at veita besta bíðilistan, taka vit eitt ímyndarligt gjald frá søkjarum, so at hesi av røttum ynskja leigumálið.

2

Leigusáttmáli

Talgildur leigusáttmáli sum synkroniserar við aðrir upplýsingar. Hetta ger tað nemmari at gera sáttmálan.

Skjalasavn

Leigusáttmáli, deponeringsavtala og innflytingarfrágreiðing við myndum kann goymast á tryggari skjalagoymslu, sum er tilknýtt ávísa leigumálinum. Sostatt kunna hesar upplýsingar lætt finnast fram við útflyting.

Depositum

Deponeringsavtala skal útfyllast í samband við depositum. Vanliga er depositum áljóðandi tvær til tríggjarferðir leiguna.

Innflytingarfrágreiðing

Saman við innflytingarfrágreiðingini er hent at taka myndir sum skjalaprógv, soleiðis at trætumál umgangast. Við vinnubrúkaranum kunna myndir goymast saman við frágreiðingini.

3

Fráboðanarskipanin

Útleigarin fær fráboðan um eitt og hvørt sum er hent at vita.
Fráboðan verður send áðrenn eitt leigumál steðgar, um leigusáttmáli manglar undirskrift osfv.
Leigarin kann gera eina fráboðan um eitt hvørt er áfat, t.d. um køliskápið ikki riggar. Hesi boð kunna fara beinleiðis til rætta viðkomandi.

Eftirlit av gjaldingum

Ein checklisti har útleigari kann viðmerkja, um gjalding er framd ella ikki.

Yvirlit yvir leigumál

Síggj hvør leigari er tilknýttir til hvørt leigumál. Her síggjast hentir upplýsingar um leigumálið og leigaran so sum telefon nummar, teldupost, leigusáttmáli og annað.

Hagtøl

Her sæst hvussu nógv leigumál eru útleigað, inntøka fyri henda mðr. og nógv annað.

4

Uppsøgn

Fráboðan kemur til útleigaran um leigumálið verður sagt upp. Síðani síggjast mannagongdir viðvíkjandi útflytingarsýn og útgjalding af depositum.

Útflytingarsýn

Tá flutt verður úr leigaða bústaðnum skal leigari og útleigari í felag sýna bústaðin, og tá verður innflytingarfrágreiðing og møguligar myndir grundarlagið undir sýninum.
Skjalasavn er knýtt til hvørt leigumál. Her er lætt at finna fram til eldri frágreiðingar og myndir.

Depositum

Verður útgoldið eftir at útleigari og leigari í felag og í fullari semju, skrivliga bíðja um tað.

An error has occurred. This application may no longer respond until reloaded. Reload 🗙